8,3 mia. tons av plasti eru framleidd síðani 1950’ini – størsti parturin er til enn

Sambært amerikanskari kanning verða bara 9% av plastinum endurnýtt. 12% verða brend og umgjørd til orku, meðan næstan 80% enda sum rusk á ruskplássum og úti í náttúruni.

Altjóða framleiðslan av plasti er vaksin frá 2 mió. tonsum í 1950 til yvir 400 mió. tons í 2015 um árið. Væntandi kemur samlaða nøgdin øll árini av plastframleiðslu í 2050 upp á 34 mia. tons.

Kanningin er almannakunngjørd í tíðarritinum Science Advances.

– Størsti parturin av hesum plastinum verður ikki niðurbrotið í náttúruni, so alt hetta plastruskið, sum menniskju hava framleitt, fylgir okkum í øldir, ja enntá í áratúsund, sigur Jenna Jambeck, sum er lektari í verkfrøði og ein av teimum, sum hava staðið fyri kanningini.

Sæð í ljósinum av amerikansku kanningini, mugu vit staðfesta, at burturbeiningar loysnirnar í Føroyum til plast liggja í tí betra endanum. Vit eru í eini støðugari tilgongd at menna møguleikarnar fyri endurnýtslu. Tað plast vit ikki endurnýta, verður brent og umgjørt til fjarhita.

Les meira her.