IRF sendi í fjør 576 bilar til endurnýtslu

Størsti parturin av einum bilvraki kann nú liva víðari. Heilt upp til 95% kann endurvinnast

IRF hevur samstarv við Kommunalu Brennistøðina (KB) í Havn um bilvrak. IRF savnar inn gamlar bilar í Klaksvík, í Sandarhaga á Sandoynni og í Trøllavík í Suðuroy, og hesi bilvrakini verða so flutt til Havnar, har tey verða umhvørvisviðgjørd, og ymiskur dálkandi løgur verður tikin burturúr. Síðani verður bilvrakið kroyst saman og sent til fyritøkuna Stena Danmark, har ein stórur partur verður endurnýttur.
Nýggj tøkni verður nýtt at endurnýta tey ymisku evnini, sum so verða gjørd til nýggjar vørur. Hetta er ein partur av ringbúskapinum, sum IRF eisini vil vera ein partur av. Í 2016 sendi IRF 576 bilar til endurnýtslu.

Sí film um endurnýtsluna av bilvrakum her.