ALIRINGAR- OG SLANGUR

Hvar kann tað latast inn?
Vinna: Til endurnýtsluna á Gjánoyri, eftir avtalu við IRF.

Hvussu skal tað latast inn?

  • Aliringar og alislangur, ið verða latin inn á Gjánoyri, skulu vera skorin í leingjur, ið ikki eru longri enn 5 metrar stykkið.
  • Flamingo skal vera tikið burturúr aliringunum og kann latast inn fyri seg sum brennandi til IRF eftir avtalu.
  • Fóðurslangurnar skulu vera tómar fyri fóður.

Eru hesar treytir ikki loknar, verður eitt eykagjald lagt á sambært galdandi prísum hjá IRF. 

 

Hvar fer tað?
Aliringar verða sendir til endurnýtslu hjá plastfyritøkum uttanlands.

Um tú vilt vita meira?
Um tú hevur stórar nøgdir av einum og sama slagi av plastikki, so eru góðir møguleikar fyri, at hetta letur seg endurvinna. Set teg í samband við okkum og hoyr nærri.