Arbeiðsmaður til Gjánoyri

IRF søkir við hesum eftir einum arbeiðsmanni til Gjánoyri at byrja skjótast til ber.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um:

•  Móttøku og avskipan av jarni, metalum, tyrvingartilfari v.m.

Tað er ein fyrimunur, um tú ert vanur at arbeiða við brøyt og líknandi maskinum.

Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum hjá IRF.

Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn skal sendast til:

IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík
ella til t-post: irf@irf.fo

Umsóknin skal vera IRF í hendi innan fríggjadagin 16. juni 2017.

IRF tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, ella onga at taka.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Adelbert Ellingsgaard, á tel: 414243.

Gjánoyri er móttøku- og umlastingarpláss hjá IRF fyri jarni og metali og ymiskum øðrum til endurnýtslu, eitt nú nótir og trol og fyri  tilfari so sum gips og asbest, ið skal tyrvast. Eisini fer móttøka og viðgerð av rottangaevju fram á Gjánoyri.

Plássið er opið fyri almenninginum eins og virkjum mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag frá kl. 9-15.

Á plássinum eru góðar umstøður til arbeiðsfólkið við væl útgjørdum manningarskúri.