ASBEST

• Takplátur
• Isolerað rør

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalu endurnýtsluplássini, har tað skal liggja væl á platti.
Vinna og kommunur: Til IRF á Gjánoyri – eftir avtalu við IRF.

Hvar fer tað?
Asbest er sera skaðiligt fyri fólk, um tað brotnar og tú andar støvið í teg. Av hesi orsøk skal asbest handfarast varisliga og leggjast væl á ein platt, so tað ikki brotnar. Asbestið verður tyrvt á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi hjá IRF.