SKALT TÚ AV VIÐ VINNUBURTURKAST? SOLEIÐIS GERT TÚ

image_pdf

Fyrst skal tú gera tær greitt, hvat slag av burturkasti tú hevur, og hvussu nógv tú hevur. Kanna eftir í yvirlitinum “Útgerð til Vinnuburturkast”, hvat passar best til tína fyritøku.

Síðani kanst tú avtala við IRF, nær møguligar bingjur, plastbingjur ella ruskposar skulu heintast/tømast. IRF kann veita regluliga tøming hjá vinnufyritøkum, eins og eftir tørvi.

Við størri arbeiði so sum nýbygging ella niðurtøka av bygningum, kann avtala gerast við IRF um bingjur, lastir ella annan flutning. Til kunningar tekur IRF ikki ímóti mold, betong og asfalt.

Vegleiðing

Jarnbingja: Eru góðar, tá ið tú hevur fleiri m³ av burturkasti – kunnu leigast frá IRF
Jarnlastir: Eru góðar til stórar nøgdir av byggiburturkasti – kunnu leigast frá IRF
Plastbingjur: Eru góðar til minni nøgdir av burturkasti, 770 – 1100 l. – kann ikki skaffast av IRF
Grái virkisposi: Er til dagligt køksrusk v.m. at brenna – kann keypast frá IRF
Hvítur virkisposi: Er til papp og pappír til endurnýstlu – kann keypast frá IRF
Stórsekkir: Eru góðir til gips, asbest og minni mongdir av blandaðum tyrviburturkasti – kunnu keypast
frá IRF
Klárir posar: Eru góðir til glærplast, fløskur og blik til endurnýtslu v.m. – kunnu keypast frá IRF

IRF er til reiðar at finna bestu loysn til tína fyritøku. Set teg í samband við okkum. Vit hjálpa tær fegin.