Fráboðan um broytingar hjá IRF

Prísbroytingar
Hesar prísbroytingar eru gjørdar.

Keypsposi (grái IRF posin) Rull v/5 stk. Kr. 100,00 u/mvg
Klárir posar (240 L) Rull v/10 stk. Kr. 100,00 u/mvg
Kassi til kliniskt burturkast 30 L. Kr. 105,00 u/mvg
Kassi til kliniskt burturkast 60 L. Kr. 130,00 u/mvg

Sí annars undir prísir.

Rakstrarkunning:
Framyvir verður kunning um broytingar í innheinting og fráboðanir um rottangatøming at finna undir “Kunning” á heimasíðu okkara.

Navnabroyting:

“Reinsitænastan” er nýtt heiti hjá IRF, sum fevnir um spuli- og reinsitænastur okkara umframt slam- og rottangatøming.
Endurnýtslan er nýggja heitið á fyrr nevndu Skiljihøllini á Hagaleiti.

Nýggjar tænastur hjá IRF:
Nú er gjørligt hjá kommunum og vinnu at leiga sýrufastan kassa til serliga dálkandi burturkast. Tá ið kassin er fullur og virkið/kommunan fær IRF at heinta hann, verður ein nýggjur kassi latin. Umbýtingartænastan kostar 1000 kr. u/mvg og fevnir gjaldið um levering, umbýting og leigu av sýruføstum kassa/ílati í eitt ár. Gjaldið fevnir ikki um burturbeining av tí serliga dálkandi burturkastinum, ið verður latið IRF.