GLÆRPLAST

Klárt, reint og bleytt plast. Plastið er bleytt, tá ið tú kanst binda ein knút við tí.

• Bløruplast
• Pakkiplast frá vøruplattum
• Bleytt pakkiplast til møblar v.m.
• Plast, sum bløð og lýsingar eru í.
• Tunnu plastposarnar, tú fært í handlum til frukt
• Bleyti plastpakkin í legodósum og øðrum spølum/vørum.
• Plast frá t.d. klædnavørum, tú keypir
• Pakkiplast frá vøruplattum

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalu endurnýtsluplássini.
Vinna og kommunur: Eftir avtalu við IRF

Hvar fer tað?
Á endurnýtsluni hjá IRF í Leirvík verður plastið kroyst saman og sent uttanlands til plastfyritøkur. Hesar fyritøkur endurnýta tað í nýggjum vørum.
Hjá vinnufyritøkum verður plastið vanliga heintað, samstundis sum IRF heintar pappír til endurnýtslu.