GRÁI POSIN

Grái ruskposin er til dagliga húsarhaldsruskið at brenna. Grái posin verður tikin einaferð um vikuna. Posarnir verða vanliga heintaðir millum klokkan 07 og 16, undantikið í vikum við halgidøgum og frídøgum.

Grái posin er ætlaður til ruskstativið. Nýt hann ikki til annað, tí annars fert tú at mangla.
Tú fært posar til eina ársnýtslu frá IRF. Hevur tú tørv á fleiri posum, kanst tú keypa teir í ávísum handlum, sí yvirlitið niðanfyri. Minst til, at IRF bert savnar posar við egnum frámerki á.

Reglugerð:
• Hav posan í stativi – so fuglur/ketta/rotta ikki kemur at
• Hav stativið sjónligt og hægst 20 metrar frá atkomuvegi
• Hav trygga og ljósa gonguleið til stativið
• Posin má hægst viga 20 kg fullur – lat einki spískt ella hvast í
• Lat stativini standa saman, har fleiri íbúðir eru á somu ogn.

Góð ráð til tín, sum ikki fært posarnar at røkka til:
• Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið – annars fert tú at mangla.
• Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF posan til hetta
• Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá – lat hetta í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum
• Skil elektronikk og leidningar frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið
• Skil serliga dálkandi burturkast frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið

Vilt tú vita meira?
IRF letur hvørjum húski gráar posar til eitt ársbrúk. Hetta er partur av tí tænastu, sum kommunan hjá tær rindar fyri. Posarnir verða latnir í mars og september.

1-5 fólk í húsarhaldinum: Fáa ein posa um vikuna.

6 fólk ella fleiri í húsarhaldinum: Fáa tveir posar um vikuna.

Í heilt serligum føri kann verða talan um húski, har umstøðurnar eru so háttaðar, at tørvur er á fleiri posum. Í slíkum føri kann ringjast til egnu kommunu ella IRF at biðja um fleiri posar.

Posin ikki tikin? 
Er posin ikki tikin, og ongin fráboðanarlepi frá IRF í postkassanum, kannar tú fyrst eftir, um tú hevur fylgt reglugerðini, sum eru fyri innsavning av posum. Ert tú sannførd/ur um, at allar reglugerðirnar eru fylgdar, ring so til IRF á telefon 41 42 43 ella send teldupost til irf@irf.fo, og sig frá, at posin ikki er tikin.

Handlar sum selja gráa posa
Gráir posar fáast til keyps á hesum støðum: Tvøroyri: EFFO støðin. Sandur: Rólant Vidtfeldt. Sørvágur: PE handilin. Miðvágur: FK handilin. Vestmanna: J. P. Lamhauge. Norðskála: Á handilin. Kollafjørður: FAST. Strendur: Stranda Sentrum. Skála: PE handilin. Saltangará: FK handilin og FAST. Norðragøta: PE handilin. Fuglafjørður: FK handilin. Leirvík: EFFO støðin. Klaksvík: FK handilin og FAST. Rullini kosta 150,- kr og 5 posar eru í hvørjum rulli.