Hagtøl

Øll skráseting av móttiknum burturkasti, undantikið serliga dálkandi burturkast, verður gjørd í rúmmetrum (m3). Brenniburturkast verður vigað inn í ovnin. Í sambandi við útflutning av burturkasti stavar vektin frá útlendska móttakaranum.

IRF tók ímóti 234.691 m3 av burturkasti frá húskjum, bingjuplássum, virkjum og øðrum í 2017 (Talva 1). Tað er ein vøkstur upp á 12,8% í mun til 2016. Hóast størsti parturin, umleið 68% varð brendur í 2017, so fegnast vit um, at endurnýtslu parturin nú er omanfyri 30%.