Burturbeining av leivdum frá slakti

Visti tú, at leivdir frá slakti dálka illa?
Verjið umhvørvið:

Latið ikki seyðaskinn til brenningar – tað dálkar.
Tømið vemburnar – fullar vembur dálka.
Latið blóð og vatn seta frá, áðrenn leivdir frá slakti verða burturbeindar
Latið innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í vanligur bingjurnar.
Visti tú, at nakað av tí sum dálkar allarmest at brenna hjá IRF eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakarum.

Visti tú, at tá ein full vomb fer í ovnin hjá IRF, so viðførir hon dálking?

Visti tú eisini av, at útlátið fer upp, tá hitin í ovninum hjá IRF fer frá teim vanligu 1.000 stigunum niður á 850 stig? Hetta er ein avbjóðing, tá IRF fær vátan innvøl, seyðaskinn og fyltar vembur frá slakti av uml. 50.000 seyðum innanfyri eitt stutt tíðarskeið.

Vit hava tískil brúk fyri tínari hjálp til at verja umhvørvið.