Hvat kann fara í hvíta posa?

Næstan alt sum er papp ella pappír kann fara í hvíta posan – so leingi tað er reint og turt.
Hvíti posi er til papp og pappír sum verður endurvunnið. Tað eru ikki bara bløð, ið kunnu fara í hvíta posa. Sum áskriftin á hvíta posanum sigur, so skulu smáeskjur eisini í hvíta posa. Smáeskjur kann vera alt møguligt. Sum myndin vísur, so er alt møguligt pakkað inn í smáeskjur. Tað mesta, sum er pakkað í smáeskjur, er eisini pakkað inn í okkurt annað inni í eskjuni, ella er ein vøra, ið ikki ger pakningin vátan og skitnan. Tískil kann eskjan latast í hvíta posa.

Alt, sum kemur inn til IRF í hvíta posa, verður eftirhugt, so at vissa er um, at tað kann endurnýtast. Tískil verður tað, sum møguliga ikki kann endurnýtast, sorterað frá tá.

Vit heita á teg um at brúka hvíta posa. Bæði fyri at endurvinna mest sum tilber, men eisini tí at hetta fer at spara tær pláss í gráa posanum – tí tað er uttan iva nógv sum tekur pláss í gráa posanum, ið kann fara hvíta posa.