IRF tekur ikki ímóti í morgin, 6. november

Vegna tekniskt brek á ketlinum hjá IRF, tekur IRF ikki ímóti burturkasti í morgin, mánadagin 6. november, frá meginøkinum, Sandoynni og Suðuroynni. Tó vera húsarhaldsposarnir heintaðir.

Tað er tann gamli ketilin, sum verður skiftur út í  februar 2018, sum støðugt gevur IRF rakstrartrupulleikar. Hesaferð er talan um fleiri minni lekar, sum menn hava arbeitt uppá at sveisa í vikuskiftinum. Vit vóna, at umvælingararbeiðið verður liðugt mánadagin, so vit fáa starta ovnin uppaftur sum skjótast.

IRF arbeiðir við at fáa eina ballingarmaskinu til Brennistøðina at balla ruskið, so vit á tann hátt fáa tikið ímóti ruski, tá ið støðin liggur still, og tá ið Brennistøðin ikki megnar at brenna undan. Eftir ætlan fer IRF at taka ruskballingarmaskinuna í nýtslu í komandi viku, tá ið maskinan kemur til landið.