Fólk til reinsitænastuna hjá IRF

Søkt verður við hesum eftir einum fólki til reinsitænastuna hjá IRF, at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðið umfatar:
– Tøming av rottangum í  IRF- økinum
– Annað fyrifallandi arbeiði hjá IRF

Krøv til umsøkjaran:
– Stóra koyrikortið, og royndir við at koyra lastbil
– Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt

Galdandi sáttmáli:
Lønarsáttmáli fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Skrivlig umsókn verður at senda til irf@irf.fo og skal verða okkum í hendi innan mánadagin 27. november 2017.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 41 42 43, Adelbert Ellingsgaard.