Ruskinnsavnarar til IRF

IRF uppstigar ruskinnsavningina í Meginøkinum við einum posabili afturat.
Tí søkir IRF eftir 2 ruskinnsavnarum at byrja skjótast til ber.

Talan er um 2 fulltíðarstørv, sum m.a. fevna um:

• Innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í meginøkinum.

Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur, ert tú møguliga tann, vit søkja.
Um tú hevur stóra koyrikortið og ert von/vanur at koyra lastbil, er tað ein fyrimunur.
Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum hjá IRF.

Løn
Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Jógvan Júst Olsen.

Umsókn
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan fríggjadagin 14. juli 2017.

IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík
irf@irf.fo

IRF hevur 3 serútgjørdar bilar til ruskinnsavning í meginøkinum: Rósa, Royðuber og Reinfann. Byrjað verður við fjórða bilinum í juli 2017