NÓTIR, TROL OG GØRN

• Nótir
• Trol
• Gørn

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalu endurnýtsluplássini.
Vinna: Eftir avtalu við IRF á tel. 414243.

Hvar fer tað? Til plast endurnýtslu uttanlands.

Um tú vilt vita meira:
Tá ið nótir, trol og gørn vera latin inn, skal tað vera uttan endar, flot, blýlínur, veirar o.t.

• Flot og kúlur úr PVC verða tyrvd.
• Lemmar og keta kunnu latast inn sum jarn og metal til endurnýtslu.
• Leys gummibobbens, rockhopparar og annað gummi verður brent.

Um tú hevur stórar nøgdir av einum og sama slagi av nótum, trolum ella gørnum, so eru góðir møguleikar fyri, at hetta letur seg endurvinna. Set teg í samband við okkum og hoyr nærri.