REINSITÆNASTAN

IRF átekur sær ymiskar spuli – og reinsitænastur, sum kunnu bíleggjast her ella við at ringja á 414243.

Tænasturnar fevna um at:
• Tøma rottangar
• Heinta spillolju og oljudálkað vatn
• Kanna rør við sergjørdum myndatóli
• Opa/ reinsa, kloakk, rør, tangar og annað
• Aðrar reinsi-, súgvi- og spulitænastur
• Trýstspuling av tunlum, tangum v.m.

Vilt tú vita meira:
IRF hevur serútgjørdar bilar til trýstspuling. Spulislangan er 60 metur til longdar, og kann spula við trýsti upp til 300 bar. IRF hevur harumframt serútgerð at reinsa tunlar við.

Fá avtalu í lag við IRF um tær tørvar – vit hjálpa tær fegin.