REINT PAPP

• Smáeskjur frá tannkrem- og maisflykrupakkum o.s.fr.
• Pappeskjur
• Bylgjupapp
• Kartong

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Í tann hvíta IRF posan. Stórar pappeskjur skulu á kommunalu endurnýtsluplássini.
Vinna og kommunur: Eftir avtalu við IRF

Minst til at:
Papp kann endurnýtast 7-10 ferðir, tó einans um tað er reitn. Papp við t.d. matleivdum kann ikki endurnýtast.

Hvar fer tað?
Pappið fer til Endurnýtsluna hjá IRF á Hagaleiti, har tað verður pressað saman og sent til fyritøkur uttanlands. Her verður tað gjørt til nýggjar pappírsvørur.