REINT PAPPÍR

• Bløð og avísir
• Makulerað pappír
• Brævbjálvar
• Kopipappír
• O.s.fr.

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Í tann hvíta IRF posan
Vinna: Eftir avtalu við IRF

Hvar fer tað?
Tað fer til Endurnýtsluna hjá IRF á Hagaleiti, har tað verður pressað saman og sent til pappírsfyritøkur uttanlands, har tað verður gjørt til nýggjar pappírsvørur. Pappír kann endurnýtast 7-10 ferðir.