ROTTANGATØMING

IRF miðar eftir at tøma allar rottangar í limakommununum regluliga. Tá ið tangin er tømdur, verður ein lepi heftur við lokið, har árstalið fyri tømingina stendur á.

IRF átekur sær ymiskar spuli-og reinsitænastur, sum kunnu bíleggjast her

Eru talan um nýggj hús ella bústaðarbroyting ber til at melda til tænastuna her

Reglugerð
Eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi, og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.
 
Treytirnar, fyri at tangin verður tømdur, eru:
• at tangin er lættur at koma til
• at tað er grivið væl frá rundan um lokið
• at lokið er væl fest, men lætt at loysa
• at lokið er trygt og heilt
• at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Metir manningin á rottangabilunum, at omanfyri nevndu viðurskifti ikki eru í lagi, verður tangin ikki tømdur. Eigarin fær fráboðan sendandi um, hvørji viðurskifti ikki eru í lagi. Kommunan fær avrit av fráboðanini.

Skal tangi tømast ókeypis, má eigarin boðað IRF frá, at viðurskiftini eru fingin í rættlag, innan 14 dagar eftir at hann hevur fingið fráboðanina. Tangin verður ikki tømdur, fyrr enn viðurskiftini eru í forsvarligum standi.