Skrivstovan flutt til Klaksvíkar

Í januar skrivaði IRF undir sáttmála við Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, um at leiga skrivstovuhøli á Klaksvíksvegi 1 í tvey ár

Í sambandi við at stórar umbyggingar skulu gerast hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík í nærmastu framtíð, er neyðugt at flyta skrivstovupartin hjá IRF. Tí er avtalað gjørd um at leiga part av gamla Posthúsbygninginum í Klaksvík.

Eini átta fólk hjá IRF, millum annað leiðslan og ein partur av umsitingini, fara frá nú av at húsast í leigaðu hølunum í Klaksvík.

Leigumálið tók við 1. februar 2017 og er galdandi í tvey ár. Hvar skrivstovan fer at halda til eftir tað, er ikki greitt enn.