Sørvágs kommuna: Opin fyri at gera meiri við endurnýtslu

– Vit hava lisið og hoyrt frá øðrum, hvussu tey gera, og tað gevur eisini íblástur at gera enn meiri við endurnýtslu, og at fáa ymisk viðurskifti betrað í hesum sambandi, sigur Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.

Tá ið nýggja bygdaráðið kom til, fyrst í hesum árinum, var eitt tað fyrsta, ið varð gjørt, at avtaka gjaldið, sum íbúgvarnir áður rindaðu fyri at sleppa av við ruskið.
– Vit ynskja at gera tað so lætt og einfalt hjá borgarunum í kommununi at sleppa av við ruskið, og tað, ið kann endurnýtast. Vit hyggja tí eisini eftir, hvussu onnur gera, eitt nú Sunda kommuna, og vit eru opin fyri at gera betringar. Vit kunnu gera eitt sindur í senn, sigur Aimé.

Felags bingjupláss
Sørvágs kommuna hevur bingjuplássið í grótbrotinum, ella grótholinum, ið tað eisini verður nevnt, vestanfyri Sørvágs bygd. Umframt bygdina Sørvág, so er hetta eisini bingjupláss fyri Bø og Gásadal.
Tað eitur enn bingjupláss, sjálvt um nógv verður gjørt við at endurnýta, og í fleiri støðum aðrastaðni kring landið, hevur tað heitið endurnýtsla.
– Mær vitandi hava vit ikki tosað so nógv um, hvat navn vit skulu hava. Men vit eru opin fyri at hyggja eftir øðrum heitum eisini, sigur Aimé, og vísir samstundis á, at hon er rættiliga nýggj í starvinum sum borgarstjóri.

Nógv fer til endurnýtslu
Bingjuplássið er opið tríggjar dagar um vikuna: týsdag, fríggjadag og leygardag.
Á bingjuplássinum eru umstøður og møguleikar at lata nógv til endurnýtslu. Har eru bingjur til jarn, stórtimbur, papp, trol/nótir, eins og minni kassar til el-lutir, sjónvørp o.a., káplar, máling, battarí, ljósrør, eins og stórsekkir til at lata tað í, sum skal tyrvast.
Møblar og onnur góð ting verða sett til síðis til Blákrosshandilin í Miðvági, har tað verður selt bíliga. Góðir plattar verða eisini endurnýttir.
– Hjá okkum er tað týdningarmikið, at vit endurnýta so nógv sum møguligt. Tað er okkara ynski, sigur Aimé.
Tríggjar bingjur eru eisini til tað, ið brennur.
Tá ið talan er um greinar og annað frá urtagørðum, so koyra fólk tað sjálvi niðan á Mýrar. At kvarna hevur ikki verðið gjørt nakað við.

Viðgera trýstbingjur
Tað er Jógvan Heinesen úr Bø, ið passar bingjuplássið. Tað hevur hann gjørt í eini 4-5 ár. Hann leggur dent á, at hava tað ruddiligt og nossligt, at tað skal vera lætt hjá fólki at sleppa av við rusk, og at so nógv sum møguligt verður endurnýtt.
– Tað eru trýstbingjur aðrastaðni kring landið, og tað hevur verið upp á tal at keypt onkra. Men hetta er ein politiskur spurningur, sigur Jógvan.
Borgarstjórin sigur, at hetta hevur verið uppi at venda.
– Vit fara í øllum førum at taka tann spurningin upp, nú fíggjarætlanin fyri næsta ár skal leggjast. Men hvat tað endar við, veit eg ikki enn, sigur Aimé.

Tryggja grótholið
Eitt annað átrokandi mál, ið Sørvágs kommuna má gera nakað við, er at tryggja, at grót ikki dettur niður. Herfyri hendi tað, at eitt sindur av gróti rapaði úr berginum tætt við har, sum onkur av bingjunum stendur. Og hetta er ikki fyrstu ferð. Fólk frá J&K Petersen eru nú í gongd við at kanna og tryggja grótið.
– Grótholið skal tryggjast betri, og hetta eru vit í gongd við at gera nú. Hetta arbeiðið hevur skund, sigur Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.

Hvussu kann endurnýtsla skipast?
IRF fegnast um, at Sørvágs kommuna hevur eina góða og sera væl skipaða endurnýtslu.
Les meira um, hvussu ein kommuna kann skipa sína endurnýtslu, við at trýsta her.