SPILLOLJA OG OLJUDÁLKAÐ VATN

IRF heintar spillolju og oljudálkað vatn og kann hendan tænasta bíleggjast her ella við at ringja til 414243 og velja “2”.

Spilloljuverkið tekur ímóti:
• Spillolju
• Oljudálkaðum vatni
• Tungoljuevju
• Kjølvatni
• Vatni frá tangareinsing
• Vatni frá oljuskiljarum
• Deksvatn frá oljuboring
• Umframt annað eftir tørvi

Set teg í samband við IRF. Vit hjálpa tær fegin!

Vilt tú vita meira?
Spilloljuverkið hevur altjóða ISO 14001:2015 góðkenda umhvørvisstýrisskipan umframt umhvørvisgóðkenning.

Spilloljuverkið tekur árliga ímóti áleið 4.300 m³ av spillolju og oljudálkaðum vatni. Spilloljuverkið reinsar spilloljuna og selur hana til endurnýtslu.