SPILLOLJA

• Spillolja
• Tungoljuevja

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalum endurnýtsluplássum, har tangar eru settir upp til spilloljurestir.
Vinna og kommunur: IRF heintar spillolju frá t.d. skipum og størri virkjum. Ring og fá avtalu í lag.

Hvar fer tað?
Spillolja verður heintað og latin Spilloljuverkinum hjá IRF. Á Spilloljuverkinum verður oljan reinsað og seld til endurnýtslu. Møgulig oljuevja verður brend á Brennistøðini, har filtur reinsar roykin, so ikki dálkandi útlát stendst av hesum.

Spilloljan verður savnað uttan kostnað, tí umhvørvisgjald er lagt á alla innflutta smyrjiolju, sum fíggjar reinsingina av spilloljuni. Spilloljuverkið hjá IRF á Hagaleiti hevur altjóða ISO 14001:2015 góðkenning, umframt umhvørvisgóðkenning.