STÓRSEKKIR

Talan er um reinar og turrar sekkir uttan fóðurleivdir ella aðrar leivdir.

• Fóðurposar v.m.

Hvar kann tað latast inn?
Vinna: Til endurnýtsluna á Hagaleiti, eftir avtalu við IRF á tel. 414243.

Hvar fer tað?
Fóðurposar fara til Endurnýtsluna hjá IRF á Hagaleiti, har teir verða trýstir saman og sendir uttanlands til endurnýtslu.

Um tú vilt vita meira:
Um tú hevur stórar nøgdir av sama slagi av plastikki, so eru góðir møguleikar fyri, at hetta letur seg endurvinna. Set teg í samband við okkum og hoyr nærri.