TEKNISK KRØV TIL ENDURNÝTSLUPLÁSS

image_pdf

Teknisk krøv til endurnýtsluplássini:
1. Tak/hálvtak skal vera til plastbingjur og burturkast í stórsekkjum
2. Innandura goymsla skal vera til elektronik og serliga dálkandi burturkast v.m.
3. Fast og tætt undirlag – skal tola 10 tons aksiltrýst
4. Betonggarð – umleið 0,5 metrar høgur
5. Hegn – umleið tveir metrar høgt
6. Portur – meira enn seks metrar breitt
7. Festir til bingjur og bingjulok
8. Ljós – so tað sæst væl at ganga og koyra
9. Vatn at spula pláss og bilar við
10. Frárensl – helst við brunni til feitt og botnfall
11. Góðir atkomumøguleikar

Krav um tak/hálvtak: Stórsekkir til tyrviburturkast og plastbingjur skulu standa vardar undir taki/hálvtaki fyri veður og vind. Stórsekkir kunnu hanga á króki/gafli undir takinum. Stórsekkir vera grabbaðir av IRF, og tí er neyðugt at skipa umstøðurnar soleiðis, at bilur hjá IRF sleppur til sekkirnar.

Krøv til innandura goymslu: Ikki er neyðugt við stórum høli á minni plássum, men heldur skúri, sum er so mikið stórur, at pláss er til tað, sum skal standa innandura. Tryggja tær bara, at fylgjandi reglugerð kann haldast:

Reglugerð fyri innandura goymslu:
• Tað skal vera gjørligt at koyra inn við pallulyftara
• Høli skal hava breiða dragihurð og vera uttan gáttir og trappur
• Neyðugt er við hyllum til elektronik og vandamikið burturkast at seta á
• Tað skal vera lætt at koma framat íløtunum, sum skilt verður í
• Skelti sum vísir, hvussu borgarin skal skilja.

Størri pláss kunnu við fyrimuni eisini hava:
• Høli á plássinum til starvsfólkið hjá kommununi, sum passar plássið.

Plássini skulu skipast soleiðis:
  • Plássið er bert opið til ávísar tíðir
  • Plássið skal vera mannað, tá ið opið er
  • Bara burturkast frá húsarhaldum skal á plássið
  • Møguleiki skal vera at skilja burturkast á plássinum í:
    1. tað, sum skal brennast
    2. tað, sum skal endurnýtast
    3. tað sum skal tyrvast
    4. Serliga dálkandi burturkast