BLANDAÐ TYRVIBURTURKAST

  • Bjálving (glasull, flamingo og líknandi)
  • Glas (glasfasadur, vindeygu og hurðaglas v.m.)
  • Glasfibur
  • Keramik (wc-kummur, vask, borðplátur v.m.)
  • PVC rør (kloakrør og dren)
  • Trýstviðgjørdur viður (hegnpelar, altanfjalar, havamøblar, viður til bygging, hurðar, vindeygu v.m. )

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalu endurnýtsluplássini.
Kann fara í jarnbingju ella í stórsekkir, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki. Bjálving og flamingo skulu vera í plastposum, áðrenn tað verður latið í bingju ella stórsekk, so tað ikki fýkur við vindinum og dálkar umhvørvið.
Vinna og kommunur: Til IRF á Gjánoyri – eftir avtalu við IRF.

Hvar fer tað?
Blandað tyrviburturkast verður tyrvt á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi hjá IRF.