UMHVØRVISPOLITIKKUR

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF:
• Áhaldandi at stremba eftir at virksemi okkara hevur sum minst ávirkan á umhvørvið.
• At stremba eftir at leingja lívsringrásina á tilfeingi okkara og tí tilfeingi sum IRF tekur ímóti.
• At stremba eftir altíð at hava neyðuga vitan, førleika og tilfeingi til at liva upp til ynski og krøv frá eigarum, myndugleikum og kundum okkara.
• At støðugt stuðla undir at menna umhvørvistilvitanina í fyritøku okkara og í samfelagnum sum heild.


Ringbúskapur – vegurin fram

IRF stuðlar og ynskir at breiða út hugsjónina um ringbúskap í Føroyum.

Ringbúskapur er ein háttur at nýhugsa nýtslu og framleiðslu á ein umhvørvisligan og handilsliga burðardyggan hátt. Hugsanin byggir á náttúrunnar ringrás, har einki fer burtur, men heldur verður endurnýtt í nýggjum samanhangi.

Hugsjónin um ringbúskap er eitt mótrák móti ráðandi “nýt og koyr burtur” mentalitetin, sum hevur ført til ovurnýtslu av knappa tilfeinginum á jørðini og skapt fjøll av burturkasti, sum ikki náttúruliga brótast niður. Ringbúskapur leggur hinvegin dent á endurnýtslu og hetta, at leingja tíðina, okkara tilfeingið er í nýtslu, so vit fáa gagn av tí sum longst.

Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum møguliga kundi verið endurnýtt, so ynskir IRF í framtíðini at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum nýggjum og grønum búskapi, har minni verður brent og meiri verður endurnýtt, umhvørvinum hjá okkum øllum at frama.