Mynd: Hallur Thomsen, KVF.

Útbjóðing av tyrvingararbeiði í Nýggjheiðum

image_pdf

Við hesum verður boðið út í almennari lisitatión arbeiðið at tyrva burturkast og stórsekkir, við viðgjørdari rottangaevju, á nýggja tyrvingarplássinum í Nýggjheiðum omanfyri Kvívík.

Í sambandi við arbeiðið verður roknað við hesum nøgdum:

  • Tyrvingarburturkast og ilska: 10.000 m3/ár
  • Stórsekkir við rottangaevju: 3.500 m3/ár

Sáttmálatíðarskeiðið er sett til 5 ár – frá juli 2023 til juli 2028.

Viðmerkjast skal, at IRF og KB áhaldandi arbeiða fram ímóti, at so nógv burturkast sum gjørligt verður endurvunnið, í aðru atløgu brent og í síðsta enda tyrvt.

Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá PB Consult við at senda teldupost til ba@pbc.fo. Síðsta freist at bíleggja er 22. juni 2023.

Útbjóðingartilfarið verður bert sent út talgilt. Tá ið biðið verður um útbjóðingartilfar skal upplýsast: Navn á virki, kontaktpersónur, telefonnummar og teldupostur.

Dronumynd: Hallur Thomsen, KVF