ÚTGERÐ TIL VINNUBURTURKAST

Ynskja tit at skilja burturkastið betur? Tað er ikki neyðugt við nógvari útgerð. Her er ein vegleiðing.

Brennandi
Slag av burturkasti Útgerð
Burturkast at brenna Jarnbingja ella plastbingja (770 – 1100L) og Grái virkisposin.
Endurnýtsla
Slag av burturkasti Útgerð
Reint papp og pappír t.d. makulera Jarnbingja, minni plastbingja (770 – 1100L) ella Hvíti virkisposin.
Glærplast Klárt, reint og bleytt glærplast frá t.d. vøruplattum kann savnast í kláran posa. Plastið er bleytt, tá ið tú kann binda ein knút við tí. Glærplast verður heintað saman við pappi/pappíri.
Elektronikkur, leidningar, fartelefonir Størri mongdir á platt ella kassa, ið kann koyrast við pallulyftara. Annars hóskandi ílat max. 20 kg. at bera.
Ljósrør og spariperur Ljósrør skulu í avlangar pappeskjur til keyps frá IRF. Spariperur skulu í hóskandi ílat, t.d. spann, so ikki brotnar, tá ið tað verður handfarið.
Jarn og metal Jarnbingja ella jarnlast.
Nótir, trol og gørn Smáar mongdir kunnu latast í hvítan stórsekk m.a. til keyps frá IRF. Størri mongdir vera eftir avtalu grabbaðar upp av kranabili hjá IRF.
Spillolja Spilloljutangi, ið verður tømdur av IRF.
Akkumolatorar Skulu standa á platti
Burturkast at tyrva
Slag av burturkasti Útgerð
Gips:
Gevið gætur: Gips má undir ongum umstøðum brennast. Tað gevur sera dálkandi útlát frá sær og terir ketilin á Brennistøðini.
Gips skal latast til IRF fyri seg.
Gips kann lastast inn í lokaðari bingju ella  stórsekki,  sum skal standa turt undir taki/hálvtaki.
Tað er sera týdningarmikið, at regn ikki sleppur at gipsinum, tí tá er tað ikki til at fáast við.
Asbest:
Skal latast til IRF fyri seg.
Heilar asbestplátur skulu av trygdarávum liggja væl á platti, pakkaðar inn, so heilsuskaðiligt dust ikki stendur frá.
Avskurðir skulu vera í posa, so dust ikki stendur frá.
Blandað tyrviburturkast (restin):
Bjálving, keramik, trýstviðgjørdur viður, PVC rør, glasfibur, glas, restir av byggitilfari.
Jarnbingja. Kann eisini fara í stórsekkir, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki. Bjálving og flamingo skulu vera í plastposum, áðrenn tað verður latið í bingju ella stórsekk, so tað ikki fýkur við vindinum og dálkar umhvørvið.
Serliga dálkandi burturkast Útgerð
Kemiskur lútur, loysingarevni, lak, máling o.s.fr.: Lat kemiskan lút og máling standa væl í ílati, so tað ikki dálkar ella er til vanda fyri starvsfólk sum handfara tað.
Battaríir Glaskrukka við skrúðuloki.
Køliskáp og frystiboksir Skulu standa á platti