Faldari um skiljing

image_pdf

IRF hevur gjørt ein faldara, sum greiðir frá, hvussu tú skilir burturkastið við hús – í reyða, hvíta og gráa posan og til kommunala endurvinningarplássið.

Tú kanst lesa faldaran her.

Read the leaflet in english.

Hóast føroysk húsarhald enn ikki hava eins nógvar skiljimøguleikar við hús sum húsarhaldini í grannalondum okkara, kunnu nógv av okkum longu nú skilja nógv meira, enn vit gera í dag, og tí hevur IRF gjørt hendan faldaran. 

Vit skulu endurvinna meira

Tað er sera týdningarmikið, at vit øll læra okkum at skilja okkara burturkast. Tess betur burturkastið verður skilt, tess meira fáa vit sent til endurvinningar heldur enn at brenna ella tyrva tað.

IRF hevur sett sær sum langtíðarmál, at í 2030 skal 50% av øllum burturkastinum endurvinnast. Í dag endurvinna vit á leið 30%, so tað er eitt framsøkið mál, men væl gjørligt, um borgarar, vinnulív og politikkarar lyfta uppgávuna í felag.

Ongan faldara fingið?

Um tú hevur klisturmerkið ”Ongar lýsingar – takk” á postkassanum, fært tú ikki prentaða faldaran frá IRF. Faldarin kann tó síggjast og prentast her.

Vilt tú eisini hava klisturmerkið á tín postkassa? Við klisturmerkinum ert tú við til at fyribyrgja óneyðugt burturkast. Bílegg klisturmerkið frá Posta her.

Øll lýsingabløð kunnu lesast í Posta-appini og á bera.fo