25 ár í starvi hjá IRF

29. januar 2020 var hátíðarhald hildið fyri Poul Samuelsen og Jógvani Páll Johansen, ið báðir hava verið í starvi hjá IRF í 25 ár. Poul arbeiðir í Endurvinningarhøllini hjá IRF, har pappír, papp, PET-fløskur, metaldósir, bleytt pakkiplast og stórsekkir verða hagreidd og avskipað til endurvinning uttanlands. Jógvan Páll arbeiðir við innsavning og hagreiðing av serliga dálkandi burturkasti.

Í  sambandi við starvsdagarnar skipaði IRF fyri móttøku, har stjórin, Poul Andrias Joensen, ynskti Poul og Jógvani Páll til lukku, handaði blómur og gávubrøv og ynskti framhaldandi gott samstarv og blíðan byr.

Starvsfólkahópurin hjá IRF telur á leið 100 starvsfólk, og millum teirra teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Nevnd og leiðsla eru errin av hesum starvsfólkum, sum hvønn dag lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.