50% meira plast til endurnýtslu í 2017

Í 2017 útflutti IRF 801 tons av plastburturkasti til endurnýtslu. Tað er 50% meira enn árið fyri.

Talan er um aliringar, trol, garnaleivdir, innballingarplast, plastsekkir og einnýtisíløt (PET-fløskur).

Størsti vøksturin var í hørðum plasti, sum í 2017 var 235 tons í mun til 78 tons í 2016.  Trol og nótir, sum í 2017 vóru 191 tons í mun til 119 tons í 2016 og einnýtisíløt úr plasti (PET-fløskur), har nøgdin í 2017 var 105 tons í mun til 72 tons í 2016.

IRF fegnast um gongdina og stuðulin til tí nýggju grønu leiðina hjá felagnum.