Limir í Dansk Affaldsforening á vitjan í Føroyum

Í hesum døgum skipar Dansk Affaldsforening fyri rakstrarfundi í Føroyum fyri leiðarar av donskum endurnýtsluplássum. Bæði KB og IRF eru limir í Dansk Affaldsforening, og í gjár var skipað fyri tiltaki á Hotel Føroyum við framløgum frá Tórshavnar kommunu, KB og IRF.

Jóhannus Danielsen, fíggjarleiðari hjá IRF, greiddi frá um virksemi hjá IRF, um dagliga samstarvi millum IRF og KB, og um nýggja tyrvingar- og evjuplássið úti í Nýggjheiðum.

Hóast burturkastøkið í Føroyum enn ikki er á sama støði sum í grannalondum okkara, eru nógvar íløgur gjørdar seinastu árini, og mannagongdirnar í samband við burturkastinnsavnan, endurvinning og burturbeining verða alla tíðina dagførdar og mentar.

Samstørvini millum KB og IRF og samstarvið við Dansk Affaldsforening eru sera týdningarmikil í arbeiðnum at gera Føroyar grønari og burðardyggari.

Vit takka Dansk Affaldsforening fyri vitjanina og áhugan.