Arbeiðsfólk til Brennistøðina

Vit søkja eftir einum arbeiðsfólki til Brennistøðina hjá IRF úti á Hagaleiti í Leirvík.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur gott handalag
  • Ert nærløgd/lagdur, ábyrgdarfull/ur og røkin.
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Dugir væl at loysa uppgávur

Løn- og setanarviðurskiftir

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og arbeiðsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum 1. september 2020.

Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær deildarleiðaran á Brennistøðini, Andrias Joensen, á tlf. 23 42 14.

Skrivligar umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 27. juli, kl. 12. Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: irf@irf.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt starv, har tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Í fjør tóku vit ímóti og viðgjørdu 42.000 tonsum av burturkasti. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.