Arbeiðsfólk til nýggja móttøkuhøll

Nýggja móttøkuhøllin hjá IRF verður klár at
taka í nýtslu í næstum, og søkja vit í tí sambandi eftir einum starvsfólki til
høllina at byrja skjótast til ber.

Við nýggju høllini er ætlanin at effektivisera
dagliga raksturin hjá IRF, og harumframt er høllin ein týðandi liður í arbeiðinum
móti einum grønari Føroyum, har ein størri partur av burturkasti fer til endurnýtslu.

Av tí at talan er um eitt nýtt starv hjá IRF, verður
tú við til at mynda tín arbeiðsdag, eins og tú fært møguleika at vera við til
at skipa mannagongdir v.m.

Arbeiðsuppgávurnar
fevna m.a. um:

  • At taka ímóti og skráseta bilar,
    sum koma við burturkasti
  • At kvarna timbur og annað
    burturkast
  • At vegleiða vinnuna í at skilja
    burturkast
  • Dagligt viðlíkahald av maskinum og
    hølum

Krøv
til umsøkjaran

  • Royndir at koyra og passa størri maskinur
    og maskinútbúnað
  • At vera røkin, ábyrgdarfullur og
    fyrikomandi
  • Góð samstarvsevnir
  • Grundleggjandi telduførleikar

Tað er
ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • Stóra koyrikortið
  • Trukkkoyrikortið

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja
skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt
sambært fastlønarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknarfreist

Skrivlig umsókn kann sendast til irf@irf.fo og
skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin, 3. november 2019.

Áhugaðir umsøkjarir, ið ynskja at vita meira
um starvið, kunnu venda sær til Andrias Joensen, deildarleiðara á
Brennistøðini, á tlf. 23 42 14 ella aj@irf.fo.  

Vit
bjóða

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum
hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum
telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá
felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina
uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi.

Um IRF

Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi,
sum møguliga kundi verið endurnýtt, ynskir IRF at spæla ein týðandi leiklut í
arbeiðinum móti einum grønari búskapi, har alsamt meira verður endurnýtt,
umhvørvinum og okkum øllum at frama. Við útgangsstøði í hesum er visjón
felagsins at gera Føroyar grønar.