Arbeiðsfólk til serburturkast hjá IRF

Dámar tær at hava skil á tingunum? Og arbeiðir tú skipað? So er hetta starvið nakað fyri teg!
IRF søkir eftir starvsfólki at arbeiða við serburturkasti. Talan er um tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í farloyvi til síðst í februar 2027.
Um Serburturkast
Høllin fyri móttøku av serburturkasti er staðsett á Hagaleiti í Leirvík. Serburturkast er tað, ið vit kenna frá reyða posa umframt ymiskur elektronikkur so sum skermar, dustsúgvarar og køliskáp.
Nakað av tí, ið verður bólkað sum serburturkast inniheldur serliga dálkandi evnir, ið kunnu verða skaðilig fyri fólk og fæ, um tey enda í náttúruni. Tey skulu tískil serviðgerast á umhvørvisvinarligan hátt. Aðrir bólkar verða partvíst endurvunnir, so sum spreydósir, battarí, telefonir og káplar.
Endamálið við høllini til serburturkast er at halda vandamiklum burturkasti burtur úr náttúruni og at skipa fyri, at virðismikið tilfeingi verður hildið í ringrás og sent til endurvinning uttanlands.
Arbeiðsuppgávur
- Trukk koyring í samband við móttøku og avskiping
- Kundamóttøka av bilum sum koma við serburturkasti
- At skráseta innkomið burturkast og endurnýtslutilfar
- At skilja og virðisøkja innkomið endurvinnigartilfar, so sum elektronikk
- At vegleiða á staðnum, hvussu burturkastið skal skiljast
- Dagligt viðlíkahald av trukki og hølum
Vit vænta av tær, at tú
- ert røkin, ábyrgdarfull/ur og fyrikomandi
- Hevur góð samstarvsevni
- Samskiftir á norðurlendskum
- Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur stóra koyrikortið
Vit bjóða
Tú fært upplæring í starvinum. Um tú ikki hevur trukkloyvi frammanundan, verður tílíkt skeið bjóðað tær. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Samlaði starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit skipa javnan fyri trivnaðartiltøkum og veita førleikamenning.
Setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv í dagtímunum at byrja skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 28. feburar 2027. Arbeiðsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi mikudagin 4. mars 2026.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Hanus Á. Lervig, á tlf. 583550 ella hal@irf.fo.
Søk starvið her: Starvsfólk til serburturkast
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdi 36.000 tons av burturkasti, harav 8.700 tons vórðu endurvunnin og 3.600 tons vórðu tyrvd.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í áhaldandi arbeiðinum at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á her.