Arbeiðsfólk til serburturkast hjá IRF

image_pdf

Søkt verður eftir einum starvsfólki til IRF at arbeiða við serburturkasti, sum umfatar heintan og handfaring av m.a. serliga dálkandi burturkasti.

Arbeiðsuppgávur

  • At koyra runt landið og heinta serburturkast hjá kommunum og vinnukundum
  • At skráseta innkomið burturkast og endurnýtslutilfar
  • At skilja og virðisøkja innkomið endurnýtslutilfar, so sum elektronikk o.a.
  • At veita vegleiðing á staðnum, hvussu burturkastið skal skiljast
  • Dagligt viðlíkahald av bili og hølum

Krøv til umsøkjaran

  • Hevur stóra koyrikortið
  • Er røkin, ábyrgdarfullur og fyrikomandi
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Hevur grundleggjandi telduførleikar
  • Samskiftir á føroyskum

Vit bjóða

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 1. desember 2021. Arbeiðsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknarfreist

Skrivlig umsókn skal sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi sunnudagin 24. oktober 2021.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Andrias Joensen, á tlf. 23 42 14 ella aj@irf.fo.  

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.