Bilvrak

IRF tekur ímóti bilvrakum í Suðuroy, Sandoy og Klaksvík. Fyri at lata inn eitt bilvrak fæst eitt innlatingargjald áljóðandi 4000 krónur. Avroknað verður umleið tvær ferðir um mánaðin.

Reglugerð:
• Lat nummarplátuna inn til Akstovuna og fá frámeldingarváttan uppá bilin.
• Set teg í samband við IRF og avtala tíð og stað fyri innlating av bilvrakinum.
• Tá ið vrakið verður latið inn á bilvraksplássið hjá IRF, skal frámeldingarváttanin fylgja við, umframt at kontunummar skal upplýsast, har peningurin skal flytast á.

GG: Letur tú bilvrak inn, har ein annar stendur sum eigari, er neyðugt við eini fulltrú frá eigaranum, sum sigur, at peningur kann flytast til annan enn eigaran. Eisini kann tú koma við váttan uppá keyp av bili, hóast fyrrverandi eigari stendur á frámeldingarváttanini.

Tak fulltrúarváttan niður her.

Vilt tú vita meira?
Bilarnir verða umhvørvisviðgjørdir á Kommunalu Brennistøðini í Tórshavn. Síðani verða teir sendir til endurnýtslu uttanlands.

Samband
Bilvraksplássið í Suðuroy: Trøllavík, Hov. Ring 414243
Bilvraksplássið í Sandoy: Sandarhagi. Ring 414243
Bilvraksplássið í Klaksvík: Stoksoyrarvegur 62, 700 Klaksvík. Ring 414243.