BLANDAÐ TYRVIBURTURKAST

image_pdf
  • Bjálving (glasull, steinull og líknandi)
  • Alt tilfar úr PVC (sí útgreining niðanfyri)
  • Keramik (wc-kummur, vask, borðplátur v.m.)

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalu endurnýtsluplássini.
Kann fara í jarnbingju ella í stórsekkir, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki. Bjálving og flamingo skulu vera í plastposum, áðrenn tað verður latið í bingju ella stórsekk, so tað ikki fýkur við vindinum og dálkar umhvørvið.
Vinna og kommunur: Til IRF á Gjánoyri – eftir avtalu við IRF.

Hvar fer tað?
Blandað tyrviburturkast verður tyrvt á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi hjá IRF.

Útgreining av PVC

Alt, ið er gjørt úr PVC, skal latast inn sum blandað tyrviburturkast til IRF. Einki PVC skal brennast.
Nógv tiflar úr PVC verður nýtt innan bygging.

Dømir um hart PVC:
  • Takrennur
  • Kloakrør
  • Profilar
  • Rennustokkar
  • Kápulbakkar
  • Frárenningarrør og –skipanir
  • Vindeyga- og hurðarammur

Dømir um bleytt PVC:

IRF mælir til, at PVC-burturkast, ið lættliga verður tikið av vindi, verður samlað saman og latið í lokaðar posar, áðrenn tað fer millum blandaða tyrviburturkastið.

  • Vinylgólv
  • Útgerð innan heilsuverkið
  • Presendingar
  • Bóltar
  • Slangur
  • Regnklæðir
  • Gummistilvar