Grái og hvíti posin

Broytingar í innsavningini hesa vikuna

Broytingar í meginøkinum

Húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir hósdag, verða hesa vikuna heintaðir mikudagin 12. mai.

Tó verða húsarhaldsposarnir í Syðrugøtu, Norðragøtu, við Gøtugjógv, á Skála, Strondum, í Innan Glyvur, Saltangará, Runavík, á Glyvrum og Lambareiði heintaðir týsdagin 11. mai, og ikki mikudag, sum vanligt er.

Húsarhaldsposarnir á Toftum, Nesi, Saltnesi, Kambsdali og í Fuglafirði, sum vanliga verða heintaðir týsdag, verða heintaðir mikudagin 12. mai.

 

Broytingar á Sandoynni

Húsarhaldsposarnir á Sandi og Skarvanesi verða heintaðir mikudagin 12. mai.