Graslíki
Tá ein graslíkisvøllur verður latin IRF, er tað sera týdningarmikið, at krøvini niðanfyri verða hildin. Hesi eru ásett fyri at minka um dálkingina frá vøllinum, meðan hann verður fluttur, og fyri at gera tað møguligt hjá arbeiðsfólki okkara at hagreiða vøllin víðari til avskipingar.
- Graslíkisvøllurin skal vera skorin í leingjur, ið eru rullaðar saman (sí fyrstu myndina niðanfyri).
- Leingjurnar skulu rullast soleiðis, at gummigranulat o.a. verður verandi inni í rulluni.
- Leingjurnar skulu vera 1,8 metur breiðar.
- Tvørmátið á leingjunum skal vera 0,8 metur.
- Leingjurnar skulu í sergjørdar posar (sí mynd 2 og 3). Hesir posar fáast ókeypis frá IRF.
Graslíkisvøllir skulu latast í gardinvognar á staðnum. Avtala skal gerast frammanundan við IRF á tlf. 41 42 43.
Eru hesar treytir ikki loknar, verður eitt eykagjald lagt á sambært galdandi prísum hjá IRF.
Niðasta myndin niðanfyri vísir, hvussu rullurnar verða settar í lastina til avskipingar. Á henda hátt fæst sum mest í lastina.
Krøvini omanfyri eru somuleiðis ein treyt frá móttakaranum í Danmark, sum tekur ímóti graslíkisvøllunum til endurvinning.