BURTURKASTPRÍSIR

IRF-koyrigjald

Um IRF heintar burturkastið, verður álagt eitt koyrigjald á 35 kr/m³.

Trýst á pdf-ímyndina omanfyri fyri at skriva út prísyvirlitið.

Prísyvirlitið er seinast dagført 1. mai 2024.

Burturkast at brenna

Burturkast at brenna Eind Prísur IRF-koyrigjald
Smátt burturkast at brenna kr/m³ 245,00 u/mvg 35,00
Stórt burturkast at brenna kr/m³ 315,00 u/mvg 35,00
Lívrunnið at brenna kr/m³ 990,00 u/mvg 35,00
Háorkuburturkast kr/m³ 990,00 u/mvg 35,00
Oljudálkað burturkast at brenna kr/m³ 522,00 u/mvg  35,00
Klipping av størri lutum Kr. 450,00 u/mvg pr. tíma. Er burturkasti ikki nøktandi skilt, er gjaldið fyri skiljing Kr. 450,00 u/mvg pr. m³. (Niðast á síðuni finnur tú eina útgreining av gjaldinum fyri skiljing)

Burturkast at endurvinna

Pappír og papp Eind Prísur IRF-koyrigjald
Papp, væl skilt kr/m³ 45,00 u/mvg 35,00
Pappír, væl skilt kr/m³ 45,00 u/mvg 35,00
Pappír og papp, blandað kr/m³ 90,00 u/mvg 35,00
Klipping av størri lutum Kr. 450,00 u/mvg pr. tíma. Er burturkasti ikki nøktandi skilt, er gjaldið fyri skiljing Kr. 450,00 u/mvg pr. m³. (Niðast á síðuni finnur tú eina útgreining av gjaldinum fyri skiljing)
Plast Eind Prísur IRF-koyrigjald
Bleytt plast kr/m³ 45,00 u/mvg 35,00
Garnaleivdir úr nylon kr/m³ 400,00 u/mvg 35,00
Stórsekkir kr/m³ 55,00 u/mvg 35,00
Plastfløskur kr/m³ 55,00 u/mvg 35,00
Aliringar og fóðurslangur kr/m³ 400,00 u/mvg 35,00
Nótir, trol og gørn kr/m³ 400,00 u/mvg 35,00
Endar og trossar kr/m³ 400,00 u/mvg 35,00
Graslíki kr/kg 1,90 u/mvg*
Klipping av størri lutum Kr. 450,00 u/mvg pr. tíma. Er burturkasti ikki nøktandi skilt, er gjaldið fyri skiljing Kr. 450,00 u/mvg pr. m³. (Niðast á síðuni finnur tú eina útgreining av gjaldinum fyri skiljing)
*Prísurin fyri graslíki er vegleiðandi. Prísurin er tengdur av góðskuni av graslíkinum.
Eind Prísur IRF-koyrigjald
Glas kr/m³ 0,00
Mat- og frituruolja kr/m³ 216,00 u/mvg 35,00
Jarn og metal Eind Prísur IRF-koyrigjald
Jarn og metal blandað kr/m³ 0,00 u/mvg 35,00
Jarn og metal blandað kr/tons 0,00 u/mvg
Aluminium (min 50 kg) kr/kg -3,20 u/mvg
Rustfrítt stál (min 50 kg) kr/kg -3,20 u/mvg
Kopar (min 50 kg) kr/kg -8,00 u/mvg
Káplar, kopar (min 50 kg) kr/kg -3,20 u/mvg
Káplar, aluminium (min 50 kg) kr/kg -3,20 u/mvg
Blýggj (min 50 kg) kr/kg -3,20 u/mvg
Aluminium dósir kr/m³ -36,00 u/mvg
Dekk Eind Prísur IRF-koyrigjald
Dekk uttan felgu kr/m³ 990,00 u/mvg 35,00
Dekk við felgu kr/m³ 990,00 u/mvg 35,00
Aluminiumsfelgur leysar kr/stk -5,00 u/mvg
Klipping av størri lutum Kr. 450,00 u/mvg pr. tíma. Er burturkasti ikki nøktandi skilt, er gjaldið fyri skiljing Kr. 450,00 u/mvg pr. m³. (Niðast á síðuni finnur tú eina útgreining av gjaldinum fyri skiljing)
Elektronikkur Elektronikkur kr/kg 4,90 u/mvg

Burturkast at tyrva

Tyrviburturkast* Eind Prísur IRF-koyrigjald
Tyrving, blandað kr/kg 2,20 u/mvg 0,20
Asbest og eternitt kr/kg 2,20 u/mvg 0,20
Gips kr/kg 2,20 u/mvg 0,20
Steinull og glasull kr/kg 2,20 u/mvg 0,20
Tyrving tungt kr/kg 0,45 u/mvg 0,20
Tyrving dálkað kr/kg Meting* 0,20
*Í hvørjum einstøkum føri verður kostnaðurin mettur eftir, um tilfarið skal tyrvast, brennast ella sendast til viðgerðar uttanlands. Eisini verður mett um, hvussu nógv tilfarið er dálkað og nøgd.

Klipping av størri lutum Kr. 450,00 u/mvg pr. tíma. Er burturkasti ikki nøktandi skilt, er gjaldið fyri skiljing Kr. 450,00 u/mvg pr. m³. (Niðast á síðuni finnur tú eina útgreining av gjaldinum fyri skiljing)

Serburturkast

Serliga dálkandi burturkast Eind Prísur
Loysingarevni kr/kg 25,00 u/mvg
Málingarestir og lím kr/kg 10,00 u/mvg
Sýra og lútur kr/kg 25,00 u/mvg
Kyksilvurburturkast kr/kg 40,00 u/mvg
Eitur og eiturpakningar kr/kg 25,00 u/mvg
Ymisk húsarhaldskemikaliu kr/kg 25,00 u/mvg
Reaktiv kemikaliu kr/kg 25,00 u/mvg
Starvsstovu leivdir og heilivágur Z kr/kg 25,00 u/mvg
Ómerkt kemikaliu kr/kg 25,00 u/mvg
Battarí kr/kg 20,00 u/mvg
Ljósrør og gløðiperur kr/kg 25,00 u/mvg
Spreydósur kr/kg 25,00 u/mvg
Fýrverk, patrónir, neyðbluss e.l. kr/kg 25,00 u/mvg
Trýstfløskur kr/kg 25,00 u/mvg
Oljuevja kr/kg 9,00 u/mvg
Køli -og frystiskáp/boks  kr/stk 350,00 u/mvg
Evja frá nótavaski  kr/tons 2.900,00 u/mvg
Akkumulatorar kr/kg -0,75 u/mvg

Reinsitænastan

Spillivatn Eind Prísur
Biltakstur, húsarhald kr/tíma 700,00
Biltakstur, virkir/stovnar kr/tíma 850,00
Virkir/stovnar, tøma rottanga kr/2m³ kr/stk 650,00
Eykagjald yvirtíð kr/tíma 250,00
Spillolja Eind Prísur
Spillolja og tungoljuevja kr/m³ 225,00 u/mvg
Oljudálkað vatn kr/m³ 1.025,00 u/mvg
Spillolja, tungolja og oljudálkað vatn frá
útlendskum skipum
kr/m³ 1.025,00 u/mvg
Deksvatn frá oljuboring kr/m³ 3200,00 u/mvg
Úrtíðar móttøka minsta gjald = 2 tímar kr/tíma 500,00 u/mvg

Ymiskt

Fráskiljing av tilfari kr/m³ 450,00 u/mvg
Klipping av burturkasti tímar 450,00 u/mvg

Hvat merkir gjaldið á kr. 450,00 u/mvg pr. m3 fyri skiljing?

Um IRF tekur ímóti einari bingju við burturkasti, har burturkastið ikki er nøktandi skilt, verður kundin fyrst og fremst avroknaður fyri tað burturkastið, sum er í bingjuni, og harumframt fær kundin eina eykarokning fyri skiljing av allari bingjuni.

Tað vil siga, at skiljing av t.d. einari 20 m3 bingju kostar 9.000 kr u/mvg (20 m3 x 450 kr), og harumframt kemur tann vanligi kostnaðurin fyri burturkastið, sum er í bingjuni. Tað kundi t.d. verið 10 m3 av brenniburturkasti, 5 m3 av gipsi og 5 m3 av blandaðum tyrviburturkasti. Prísirnir fyri ymisku burturkastbólkarnar síggjast omanfyri.