Hví er tað týdningarmikið at minka um dálking í Føroyum?

Tað hevur alstóran týdning, at tað støðugt verður arbeitt við at minka um dálking í Føroyum, tí plast verður funnið í bæði havhesti og fiski kring Føroyar, eins og tað er staðfest, at havbotnurin í føroysku firðunum er illa dálkaður. Á Vísindavøkuni í 2019 kannaði Umhvørvisstovan 11 havhestar og fann plast í maganum á øllum 11 fuglunum.
Føroyingar gerast støðugt meira umhvørvistilvitaðir, eins og vit gerast betri til at skilja burturkasti og til at fara væl um náttúruna. Tað gongur rætta vegin í Føroyum, men enn er nakað eftir á mál og enn kann nógv gerast. Eins og í øðrum londum er ov nógv plast í náttúruni, sum lutvíst kemur frá okkum føroyingum, og eisini við havstreymum aðrastaðni frá.