Hvussu kunnu vit endurvinna plast?

IRF tekur ímóti hesum plastlutum til endurvinning: bleytt pakkiplast/vøruplast, stórsekkir, trol, nótir, gørn, aliringar, fóðurslangur og einnýtisfløskur. Alt hetta verður sent til endurvinning uttanlands, har tað verður gjørt til nýggjar vørur.
Fyri at kunna endurvinna plast krevst, at talan er um plast av sama slagi, sama liti og somu góðsku. Harumframt skulu mongdirnar vera reinar og hampuliga stórar. Stóri trupulleikin tá tað kemur til endurvinning av plasti er, at tað eru nógv sløg av plasti, og at tað eisini eru sera nógv íblandingarevni, ið verða latin í plastið. Fyri at gera alt truplari, stendur sera sjáldan á plastlutum, hvat fyri plast talan er um og hvat er latið í plastið. Um somu reglur vóru galdandi fyri plast sum fyri mat (innihaldsyvirlit), var nógv lættari at endurvinna plast.