Farloyvisstarv sum skrivstovufólk hjá IRF

image_pdf

Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv at byrja 1. mars 2021 til 31. mai 2022.

Hevur tú hollar royndir innan skrivstovuyrkið og/ella ástøðiliga útbúgving, ert tú møguliga tann, vit søkja eftir.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Telefonavgreiðslu
  • Ordramóttøku
  • Skráseting av uppgávum
  • Fakturering
  • Debitorrøkt
  • Annað skrivstovuarbeiði

Krøv til umsøkjaran:

  • Viðkomandi royndir og/ella ástøðilig útbúgving innan skrivstovuyrkið
  • Dámar væl kundasamskifti
  • Góð samstarvsevni
  • Góðar telduførleikar. Kunnleiki til Microsoft Dynamics NAV 2017 og Office-pakkan er ein fyrimunur
  • Góðar málsligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum

Vit bjóða

Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Duritu Toftegaard, tlf. 234223/414223.

Skrivligar umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. januar 2021. Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til starv@irf.fo

Um IRF

IRF er ein interkommunalur felagskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger 42.000 tonsum av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.