Farloyvisstarv sum umhvørvisleiðari hjá IRF

image_pdf

Brennur tú fyri umhvørvinum og ynskir at hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum hjá IRF at endurvinna meira, so ert tú møguliga tann, vit leita eftir.

Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv at byrja 16. august 2021 til 1. oktober 2022.

Starvið

Sum umhvørvisleiðari hjá IRF hevur tú ábyrgdina av øllum umhvørvisviðurskiftum hjá felagnum. Tú verður partur av leiðslutoyminum, tá tað viðvíkur umhvørvisøkinum hjá IRF, og hevur beinleiðis tilvísing til stjóran. Tú verður við til at fylgja upp, leiða og menna IRF saman við leiðslu, deildarleiðarum og starvsfólkum.

Tínar høvuðsuppgávur verða, at:

  • menna viðgerðina av burturkasti og spillivatni hjá IRF
  • innsavna og útgreina hagtøl
  • tryggja at IRF er dagført innan menning á burturkast- og spillivatnsøkinum
  • seta í verk virkisætlan, ið lýsir hvussu málini í umhvørvispolitikkinum verða framd
  • røkja og menna ISO-14001 umhvørvisstýrisskipanina
  • luttaka í altjóða verkætlanum innan endurvinning
  • hava ábyrgd av umhvørvisgóðkenningum hjá IRF
  • skipa fyri umhvørviskanningum og gera umhvørvisfrágreiðingar
  • samskifta við kommunur, stovnar, virkir, miðlar, áhugabólkar v.m.

Førleikar

Tað er eitt krav, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving.

Vit ynskja, at tú:

  • hevur viðkomandi royndir innan viðgerð av burturkasti og spillivatni
  • hevur góð samstarvsevni bæði innanhýsis og við viðskiftafólk
  • dugir at greina og eftirmeta úrslit og mannagongdir
  • dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum og enskum

Vit bjóða

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi.

Setanarviðurskifti og lønartreytir

Talan er um eitt farloyvisstarv, sum verður sett frá 16. august 2021 til 1. oktober 2022.

Starvið er lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn og freist

Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi 17. juni 2021.

Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Súsonnu Berg, umhvørvisleiðara, á tlf. 234212 ella Poul Andrias Joensen, stjóra, á tlf. 234210.

Um okkum

IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger 41.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast og spillivatn á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið verður hildið í ringrás. IRF hevur sum mál at ganga á odda á burturkast- og spillivatnsøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.