Flugueitrið roynist sera væl

Í vikuskiftinum varð grótbrotið, har IRF seinastu mánaðirnar hevur goymt ballur við burturkasti, viðgjørt við flugueitri. Skaðadjóratænastan skipaði arbeiðið, har eitur varð stroytt út sum pulvur og eisini sproytað á allar ballurnar.

Hetta eitrið drepur størsta partin av flugunum, eins og tað ávirkar flugurnar soleiðis, at tær ikki kunnu fjølgast.

Sambært arbeiðsmonnum okkara er munurin eyðsýndur. Fyri nøkrum døgum síðan fingu teir mestsum ikki arbeitt, meðan tað í dag nærum ikki var ein fluga at síggja á maskinum teirra, hóast lýtt og turt var í veðrinum. Eisini vóru heilt fáar flugur at síggja á sjálvum ballunum samanborið við í farnu viku. Skaðadjóratænastan var á staðnum í morgun, men av tí at tað sirmaði, bar ikki til at sproyta nýtt eitur á. Hetta verður væntandi gjørt seinni í dag ella í morgin.

Komandi mánaðirnar sproyta vit við jøvnum millumbilum nýtt eitur á ballurnar og halda eitt serligt eftirlit við støðuni.

Stóru umvælingarnar av Brennistøðini á Hagaleiti líða heilt væl, og fer fyrsti grabbin av burturkasti væntandi í ovnin í vikuni. Vit vóna at brenna við fullari styrki um 3 vikur.

Áhugavert er at hava í huga, at flugan, sum plágar í grótbrotinum og í Leirvík, ikki er tann flugan, sum vanliga er at síggja í Føroyum. Hetta slagi av flugu hevur fyrr órógvað virksemi hjá IRF, og í løtuni verður støða tikin til, um upprunin til hesa serliga nærgangandi flugu átti at verðið kannaður nærri.

Tá tosað verður um skaðadjór kunnu vit eisini nevna, at rottutýnarin hevur gjørt eitt megnararbeiði, og hava vit tískil ongan trupulleika av rottu í grótbrotinum. At summar ballur skrædna, kemst ikki av skaðadjórum. Hóast vit brúka átta ferðir meira net innanfyri plastikki á ballunum, enn hvat eitt nú danir gera, skrædna summar ballur, og kemst hetta m.a. av dekkum, sum bresta, og kvarnað timbur, sum stingur úr.­­