Fýra starvsfólk fingið ÚSSM-prógv

Í farnu viku fingu fýra starvsfólk hjá IRF prógv í útbúgvingini fyri skrivstovufólk, samskiparar og móttøkufólk (ÚSSM).

Durita Toftegaard, Elsa Maria í Beiti, Fríðgerð Klein og Frida Tróndheim hava seinasta hálva árið gingið á ÚSSM-útbúgvingini hjá Synergi.

Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði. Útbúgvingin er soleiðis háttað, at tær fingu lærutilgongdina at passa inn í arbeiðið og inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera.

”Útbúgvingin hevur givið okkum nøkur amboð, sum bæði kunnu brúkast á arbeiðsplássinum og eisini privat. Vit hava lært, at tá ið tú ynskir onkrar broytingar, er tað týdningarmikið at hyggja inneftir, tí tað er oftani lættari at arbeiða við persónligari menning ístaðin fyri at royna at broyta onnur.“ sigur Durita Toftegaard.

IRF leggur doyðin á støðuga førleikamenning av starvsfólkunum, og fegnast leiðslan um, at hesar fýra nú hava fingið prógv í eini útbúgving, har dentur hevur verið á bæði persónliga og fakliga menning.