Gevur tú umhvørvinum jólagávu?

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið.

Hugsa um hvíta og reyða posan hjá IRF, og gev umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar. Les meira um hvíta posan og um reyða posan her á heimasíðuni.

Vit hjá IRF vilja ynskja øllum starvsfólkum, viðskiftafólkum og føroyingum annars eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár!

Við vón um nógv góð samstarv í komandi ári, har vit í felag gera Føroyar grønari

Gleðilig jól og gott nýggjár!